|
|
Hevur tú hoyrt um tær
4 andaligu lógirnar ?
[Read the Four Spiritual Laws in Your
Language ]
|
|
Brotini her eru
úr Bíbliuni og
eiga at lesast í sínum rætta høpi, har tað ber til. |
|
| 1. |
Gud ELSKAR teg
og hevur eina undurfulla ætlan við lívi tínum. |
|
_ |
|
|
Kærleiki Guds:
"Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin
einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt
lív" (Jóhannes 3,16).
Ætlan Guds
[Her er tað Jesus, ið talar] "Eg eri komin, fyri at tey skulu
hava lív og hava yvirflóð" [at lívið skal vera ríkt og hava innihald]
(Jóhannes 10,10).
|
|
__ |
|
| 2. |
Menniskjuni
hava SYNDAÐ og er SKILD frá Gudi. Tí kunnu tey ikki uppliva kærleika Guds og ætlan
hansara við lívinum. |
|
Hví kenna
flestu fólk onki til eitt ríkt lív? |
|
|
Menniskjuni hava syndað:
"Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds"
(Rómbrævið 3,23).
Menniskjuni vórðu skapt til at hava samfelag við Gud; men av tí
at tað altíð skal hava sín egna vilja, valdi tað at fara sína egnu leið, og
samfelagið við Gud slitnaði. Hesin eginvilji, sum er merktur av uppreistri og
líkasælu, er tekin um tað, sum Bíblian rópar synd.
Menniskjuni eru skild frá:
"Løn syndarinnar er deyði" [andaligur skilnaður frá Gudi] (Rómbrævið
6,23). |
|
_ |
|
 |
Henda tekning lýsir, at Gud er
heilagur, og at menniskjuni hava syndað. Ein stór gjógv er millum Gud og menniskjuni.
Pílarnir siga okkum, at menniskjuni royna alla tíðina at røkka Gudi og einum lívi í
yvirflóð við egnari styrki, eitt nú við at liva eitt gott lív, við heimspeki ella
átrúnaði - men tað ber ikki til. |
|
|
|
|
_ |
| 3. |
Jesus
Kristus er tað einasta, sum Gud hevur givið til bót fyri syndir.Við Honum ber til hjá tær at kenna og uppliva
kærleika Guds og ætlan Hansara við lívi tínum. |
|
Triðja lógin
sigur okkum frá
tí einasta, sum kann gera brúgv yvir um gjónna... |
|
|
Hann doyði fyri okkum :
"Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði
fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar" (Rómbrævið 5,8).
Hann reis upp frá deyðum :
"Kristus doyði fyri syndir okkara ... Hann varð jarðaður
... Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum ... Hann varð sæddur av Kefasi og
síðani av hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum..."
(1. Korintbræv 15,3-6).
Hann er einasti vegur til Gud :
"Jesus segði við hann, "Eg eri Vegurin, Sannleikin og
Lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær"" (Jóhannes 14,6).
|
|
_ |
|
 |
Henda tekning vísir okkum, at
Gud hevur gjørt eina brúgv yvir um gjónna, sum skilir okkum frá Honum, við at senda
okkum Son Sín, Jesus Kristus, at doyggja fyri okkum á krossinum fyri at rinda skuldina
fyri syndir okkara. |
|
|
| 4. |
Vit
mugu hvørt einstakt okkara TAKA ÍMÓTI Jesusi sum Frelsara og Harra okkara; Tá kunnu
vit kenna og uppliva kærleika Guds og ætlan Hansara við lívi okkara. |
|
Tað er ikki nóg mikið bert at kenna hesar
tríggjar lógir ... |
|
|
Vit mugu taka ímóti Jesusi :
"So mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at vera
børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara" (Jóhannes 1,12).
Tað er við trúgv, at vit taka ímóti Jesusi :
"Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av
tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær"
(Efesusbrævið 2,8-9).
Vit føðast av nýggjum, tá vit taka ímóti Jesusi (Les Jóhannes
3,1-8).
Vit eru persónliga boðin at taka ímóti Jesusi :
[Tað er Kristus, ið talar] "Hygg, Eg standi fyri durunum og
banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda
kvødmáltíð við honum - og hann við Mær" (Opinberingin 3,20).
Tá tú tekur ímóti Kristusi, vendir tú tær eisini frá tær
sjálvum til Gud (tú vendir við), og tú letur Jesus koma inn í lív títt at
fyrigeva tær syndir tínar og gera teg til tað, sum Hann ætlaði við tær. Tað er
ikki nóg mikið bert við høvdinum at viðganga, at Jesus er Sonur Guds, og at Hann
doyði fyri syndir okkara. Kensluligar upplivingar røkka heldur ikki. At taka ímóti
Jesusi í trúgv er ein viljasøk. |
|
_ |
|
|
Hesir báðir ringarnir umboða
tvey lív: |
|
 
|
|
|
|
|
|
Tú kanst taka ímóti Jesus í hesi løtu, við
trúgv, gjøgnum bøn (Bøn er samtala við Gud) |
|
Hetta sigur tær, hvussu tú kanst taka ímóti Jesusi |
|
|
Gud kennir hjarta títt og leggur ikki so
nógv í orð tíni sum hugburð hjarta tíns. Hetta er ein bøn, sum tú kanst biðja: "Harri Jesus, mær tørvar Teg. Takk fyri at tú doyði á krossinum
fyri syndir mínar. Eg lati upp fyri tær dyr lívs míns og taki ímóti tær sum
Frelsara og Harra. Takk at tú fyrigevur mær syndir mínar og gevur mær ævigt lív. Set
teg í hásæti lívs míns. Ger meg til tað, sum tú vilt hava meg at vera."
Sigur hendan bønin frá tráanum hjarta tíns? Bið hana, um so er,
og Kristus kemur inn í lív títt, sum Hann hevur lovað.
|
|
_ |
|
|
KUNNANDI TILFAR |
|
Nú tú hevur tikið ímóti Jesusi... |
|
|
:
|
|
_ |
|
|
|
| Hevur tú ikki útgerð
til at fylla hetta út og tó ynskir at fáa kunnandi tilfar, so kanst tú ringja
1-800-235-7255 ella skriva til:
Campus Crusade for Christ International
P.O. Box 593684
Orlando
FL 32859
USA
Gjørd eru umleið ein miljón eintøk av teimum fýra
andaligu lógunum, og ynskið hjá Campus Crusade for Christ er, at tilfarið á hesi
heimasíðu kemur so víða sum til ber. Bóklingar fáast bíliga, og tað er til øll,
sum hava áhuga; bæði einstaklingar og bólkar. Ynskir tú at ogna tær eitt eintak, so
kanst tú fara inn á NewLife Publication.
Vit ynskja ikki, at góðskan á hesi heimasíðu skal
versna ella innihaldið broytast, og tí er ikki loyvt at endurgeva hana (heldur ikki
"mirror-sites") uttan skrivligt loyvi frá NewLife Publications,P.O. Box 593684,
Orlando, FL 32859, USA
|
|
ADDITIONAL ASSISTANCE
If you've just asked Jesus Christ into your life, please
click here and tell us about it. We would love to hear from you
and help you grow in your faith.
If you still have a question, please
click here.
|
|
|